Fleiri kundar til tína fyritøku
Er heimasíðan hjá tær gomul, ella hevur tú onga?
Soleiðis arbeiða vit
-
Send okkum eini boð
Sig frá, hvat tú hevur brúk fyri.
-
Tú fært eitt tilboð
Vit siga tær, hvat tað kostar, áðrenn vit byrja.
-
Vit byggja síðuna
Vit gera tað mesta. Tú góðkennir upplýsingar, myndir og síðuna.
-
Vit taka okkum av henni
Síðan fer á netið, og vit halda hana við líka.
Spurningar og svar
Hvat kostar tað?
Tað veldst um, hvat tú hevur brúk fyri. Tú fært ein fastan prís skrivliga, áðrenn vit byrja, og einki er bindandi, fyrr enn tú sigur ja.
Hvussu leingi tekur tað?
Tað veldst um, hvussu stór uppgávan er. Tú fært at vita, nær tað verður liðugt, saman við prísinum.
Eigi eg heimasíðuna?
Ja. Økisnavnið verður skrásett í navninum á tínari fyritøku, og tekstir og myndir eru tínar.
Kann eg gevast?
Ja. Uppsagnartíðin er ein mánaði, og tú tekur økisnavnið, tekstirnar og myndirnar við tær.
Er ein Facebook-síða ikki nóg mikið?
Ein Facebook-síða er góð, men tú eigur hana ikki. Ein heimasíða er tín egna, og hon vísir kundunum beinanvegin, hvat teir skulu gera.
Skal eg sjálvur skriva tekstirnar?
Tað velur tú. Vit kunnu skriva tekstirnar fyri teg, ella brúka tínar egnu tekstir og myndir. Tú góðkennir alt, áðrenn síðan fer á netið.